Fólkini, sum vóru við í kanningini, skuldu lurta eftir teksti, ið varð lisin upp, uttan at tey vistu hvat endamálið var við upplestrinum.
Tá teksturin varð lisin upp í einum syrgnum tóna, kendu lurtararnir seg hugtungar og keddar, men tá ein løtt og glað rødd las tekstin, blivu lurtararnir í góðum lag.
Boðskapurin er: Ver saman við positivum menniskjum, sum hjálpa tær við at vera í góðum lag, og lat teg ikki ávirka av um onnur eru í ringum lag.