John Cleese hevur just fingið eina røð av hártransplantatiónum fyri at sleppa undan at nýta parykk ella toupé. 69-ára gamli komikarin byrjaði herfyri at missa hárið, men hann megnaði at goyma hetta fyri umheiminum í eina tíð og nú hevur hann gjørt av at fáa eina varandi loysn.
Monty Python-stjørnan hevur fingið hár frá nakkanum transplanterað til teir partarnar, har hann var við at verða skallutur. Prísurin fyri hetta var umleið 90.000 krónur.
- Eg havi eitt løgið høvd. Tað er spíkst og tí hati eg at ganga við parykki, segði Cleese sjálvur um hetta mál.