Hárfríðkari í Hvalba

Salong Eyðbjørg er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni í Hvalba

Tann 1. mars lat nýggj salong upp í Hvalba. Eyðbjørg Skaalum byrjaði fyri
seg sjálva í egnari hárstovu og tað hevur gingið væl.
- Mær dámar væl at vera byrjað fyri meg sjálva og tað hevur gingið væl,
sigur Eyðbjørg, ið tekur sær av øllum innan hárfríðkan.
Hon ásannar, at sum sjálvstøðug í útjaðaranum, so hevur tað týdning at
halda seg kunnaðan um tað, ið fyriferst.
- Tað hevur týdning at fara á skeið, so ein fylgir við, sigur Eyðbjørg, sum
hevur góðar vónir, eftir eina góða byrjan, síðani hon lat hurðarnar upp 1.
mars.
 
 
 
Salong Eyðbjørg er navnið á nýggju hárfríðkanarstovuni hjá Eyðbjørg Skaalum í Hvalba