Hárfríðkanarstovur fáa vitjan

Næstu mánaðirnar fara eftirlitisfólk frá Arbeiðseftirlitinum at kanna umstøðurnar á hárfríðkanarstovum kring landið. Málið er at beina fyri teimum trupulleikum, sum frisørar kunnu fáa av sínum arbeiði

Frisørstovurnar kring landið kunnu næsta mánaðirnar vænta sær vitjan av eftirlitisfólkum frá Arbeiðseftirlitinum, sum fer at kanna arbeiðsumstøður og handfaring av tilfari, sum verður brúkt til hárfríðkan.
? Nógv, sum starvast í hárfríðkanaryrkinum, hava ampa av arbeiðnum. Tey hava húðeksem, trupulleikar í rørslulagnum og í andaleiðini. Men tað ber til at fyribyrgja, so sleppast kann undan trupulleikum, sigur Arbeiðseftirlitið í einum ávarandi tíðindaskrivi.

Leita eftir manglum
Arbeiðseftirlitið fer at kanna, um fólk vita, hvussu tey skulu handfara evni, sum kunnu vera vandamikil fyri heilsuna, um ventialtiónin er góð, og um tær ergomonisku umstøðurnar eru nóg góðar.
Arbeiðseftirlitið sigur, at tað er arbeiðsgevarin, sum hevur ábyrgdina av, at arbeiðsplássið er trygt og heilsugott. Koma eftirlitisfólk fram á manglar, fær arbeiðsgevarin í eini frágreiðing um arbeiðsplássið boð um at fáa hetta upp á pláss.