Einki við síðuna av ella oman fyri kærleikan.
Og eingin við síðuna av ella oman fyri MC Hár.
Soleiðis má niðurstøðan verða, eftir at fyrsta innleiðandi Prix-umfarið var í Fuglafirði leygarkvøldið.
Seks bólkar og einstaklingar bjóðaðu seg fram, men bert ein kundi standa eftir sum vinnari.
Soleiðis er kapping. Hon er spennandi, men eirindaleys. Hon gevur, men hon tekur eisini. Flux stóð eftir mest sjónligi taparin hetta kvøldið, men fyri at onkur kann fegnast um ein sigur, mugu nógv syrgja um eitt tap.
MC Hár kundi fegnast, og hóast teir í Headache Blues Treo ikki rættiliga kundi lyfta hendurnar upp um høvd, so kundi teir í øllum førum taka hendurnar upp úr lummanum, tí teir fáa ein kjans afturat í hálvfinaluni miðskeiðis í mars.
Dygd í hvørjum hári
MC Hár er meira enn nalvin á Niels Una og bringuskeggið á Allani. Tað er ein bólkur við tveimum sangarum, tveimum rapparum og fýra tónleikarum. Ein væl mannaður bólkur, sum ger nógv burtur úr tónleikaligu útsetingini, framførsluni og tí visuella partinum.
Jú jú, har eru eisini tey tingini, sum er vorðin MC Hár traditión ? og kanska klisjéir. Niels Uni og Allan skulu úr klæðunum, reyð hjørtu ganga aftur, og klædningarnir eiga fast pláss. Men tónleikaliga hevur bólkurin førka seg eitt sindur seinastu tíðina, og tað er spennandi. Nýggir tónar eru at hoyra, og Rókur Jakobsen hevur fingið sentralan leiklut saman við hinum sangaranum, Eyðun Ásason.
Dynamikkurin er tó framvegis til staðar. Niels Uni og Allan rappa, og meðan sangararnir syngja, lata teir seg noyða við leiklutin sum stripparar.
Fyrsti sangurin hjá MC Hár hetta kvøldið eydnaðist ikki væl. Vokalurin hvarv í tí ógvusliga ljóðinum, og teir báðir frálíku sangararnir ljóðaðu eina løtu sum tvær neyðarsligar kórrøddir.
Men so í næsta sanginum gekk alt upp í eina hægri eind. Sangurin »Undrandi« var kanska besti sangurin á kvøldinum. Skiftandi frá rappi og rocki til eitt mjúkt poppniðurlag legði sangurin eitt nýtt grundlag undir framførsluna. Og frá hesi løtu koyrdi MC Hár sigur heim.
Eldfimu Flux
Flux hevði fingið heiðurin at leggja fyri hetta kvøldið, og teir komu væl frá síni framførslu. Teir vóru óvæntað væl fyri, hóast teir ikki hava verið so virknir seinasta árið, sum teir plagdu at vera.
Nýggir rocksangir við góðum og tungum gittarljóði. Ein gjøgnumførd framførsla. Og ein góð rocktrio, sum kanska hevði havt brúk fyri einum manni afturat fyri at loysa Hans Marius frá aðrari av teimum tungu uppgávunum ? bæði at vera einasti gittarspælarin og sangarin í bólkinum.
Teir fingu eisini tvær gentur á pallin við nøkrum sum líktist eini kiksaðari Luciu-gongd við einum tendrara? líka til tær sprændu eld úr munninum, og Flux dundraði við sínum rocktónleiki. Tá var lív í.
Flux spældi sum ein finalubólkur, og hóast Hans Marius í løtum var eitt sindur ótryggur við sanginum, var tað ikki trupult at hoyra dygdirnar hjá bólkinum. Men kapping hevur við sær vinnarar og taparar, og hetta kvøldið mátti Flux tíverri lúta.
Blues Treo brúsaði
Ungu menninir í S.C.A.T.G.O.H spældu rocktónleik í eitt korter, og tað bar til at hoyra, at teir høvdu tikið seg nógv fram, síðani teir fyri tveimum árum síðani royndu seg í Prixnum. Men framførslan kundi tó ikki bera teir í finaluna, tí kappingin var hørð.
Teir fingu tó møguleikan at vísa, hvat teir duga til, og hvat teir fáast við, og tann møguleikin varð nýttur til fulnar.
Headache Blues Treo var triði bólkurin á pallinum, og teir høvdu bestu framførsluna á kvøldinum, tá ið tað snúði seg um tær reint tónleikaligu dygdirnar. Tað vórðu teir eisini løntir fyri, hóast teir ikki fingu lív í áhoyrarnar ella komu við nøkrum nýskapandi tónleiki.
Teir spældu frágera væl, og teir báðir ungu gittarspælararnir, Uni og Búi, sum høvdu sjónligu leiklutirnar í bólkinum, vóru bæði hugtakandi og dugnaligir. Teir kundu spæla sær á eini grund, sum løgd av tveimum royndum tónleikarum.
Tað var góður bluestónleikur, men teir fóru ikki so nógv yvir í rocktónleikin, sum møguleiki kanska hevði verið fyri, emn tað bilti einki, tí bluestónleikur er góður og alt ov sjáldan at hoyra í Føroyum.
Nú fáa teir møguleikan at spæla seg í finaluna, tá ið 2?ararnir fara at kappast í mars mánaði.
Gulli setti punktum
Eftir at MC Hár hevði spreitt kærleika millum áhoyrararnar, var tað Gulli Johansen, sum skuldi seta punktum, og tað gjørdi hann við einum umgangi av hørðum rocki. Human Chaos kallar hann seg, og hesaferð hevði hann lagt seg eftir nakað meira melodiøsum rocktónleiki enn áður.
Men kanska hevur Gulli júst sínar dygdir í tí veruliga harða rockinum, og um hann hevði havt ein bólk at spælt undir hjá sær, er tað ikki óvist, at hann kundi gjørt seg galdandi. Forritan av tónleiki er loyvd, men tá ið tað snýr seg um rocktónleik, hevði verið betur við livandi tónleikarum at spælt undir.
Eitt slepst tó ikki undan, og tað er, at Gulli brennir fyri sínum tónleiki. Hann ger sær ómak við búna og framførslu, og tað er gott at síggja.
Og so bar tað enn einaferð til at staðfesta, at tað slepst ikki undan smáu tøkniligu mistøkunum, har mikrofonirnar ikki verða koyrdar frá, tá ið tær skulu, og ljóðblandingin fer út av lagi í løtum. Hetta merkti fyrstu løtuna hjá Gulla.
Gitingar og prát
Eftir at allir bólkarnir høvdu verið á pallinum var sum vanligt tutlast um, hvør fór at vinna. Tríggir bólkar gingu aftur í hesum prátinum, og nógv høvdu ilt við at taka tveir fram um tann triðja.
MC Hár hevði eina pakkaloysn, sum stóð sterk í myndini. Headache Blues Treo spældi sera væl. Og Flux gjørdi enn einaferð vart við seg. Kappingin kom eisini at standa millum hesar tríggjar bólkar, og hóast tað var tætt, skuldu plaseringar setast á, og tað varð eisini gjørt.
MC Hár nummar 1, og Headache Blues Treo nummar 2.
Kærleikin var størstur, og gjørdist hann ov stórur, bar til at linna pínuna eitt sindur við brúsandi treo.