Ritgerðin hjá Hóraldi snýr seg um at skilja millum stovnar av fiski út frá fitisýrunum í gøgnunum, serliga hjartanum. Kanningarnar hjá Hóraldi vísa stóran mun í nøgdunum av ymsu fitisýrunum í toski á Landgrunninum og á Føroyabankja. Tær vísa eisini stóran mun millum ymsu sløgini av kongafiski í landnyrðings Atlantshavi, og at fýra ymsir stovnar av trantkongafiski eru í sama øki.
Hetta síðsta kann hava stóran týdning í altjóða orðaskiftinum um skipan av fiskiskapinum eftir trantkongafiski og fyri býtið millum londini.
Hóraldur hevur seinastu fýra árini verið knýttur at Fiskirannsóknarstovuni. Hann hevur áður verið lærari á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali í fleiri ár.
Ritgerðin nevnist á enskum ?Discrimination among fish species and stocks by multivariate analysis of fatty acid profiles in selected tissue?.