Týsmorgunin komu Heidi Andreasen og venjari hennara, sviin Mats Brisenfeldt, aftur til Føroyar.
Heidi hevur luttikið í "Canadian Open for Swimmers with a Disability". Kappingarnar vóru frá hósdegnum til sunnudag. Heidi luttók í fimm greinum, og hon gjørdi ikki mætari enn at vinna tær allar.
Harumframt setti hon trý heimsmet. Tvær ferðir breyt hon metið í 200 metra frí og einaferð í 50 metur firvaldasvimjing. Hon luttók í kappingunum 50, 100, 200 og 400 metur frí í dag og 100 metur firvaldasvimjing.
Hørð venjing
? Eg havi vant sera hart seinastu tíðina, og tað hevur givið úrslit. Eg hevði als ikki væntað at klára meg so væl, og tað kom tí sum eitt yvirraskilsi, sigur ein fegin Heidi Andreasen í telefonini á veg norðaftur til Eiðis.
Umframt heimsmetini vóru tíðirnar hjá Heidi ofta niður ímóti hennara persónligu metum.
? Mín harðasti kappingarneyti var ikki við hesuferð, og tað kann hava verið til, at tað gekk so væl. Men eg tók hennara heimsmet á 200 metra teininum, sigur Heidi.
Kappingarneytin, hon sipar til, er Karen Liebovitch úr Ísrael, sum átti gamla metið í 200 frí.
Hevur framvegis skaða
Heidi Andreasen sigur, at tað er sera hart at luttaka í fimm kappingum innanfyri fýra dagar.
? Tað var ræðuliga strævið. Eitt er at vera móður kropsliga, men tað er eisini strævið sálarliga. Tú skalt allatíðina hugsa positivt og hava tann rætta innstillingin, meðan kappingin er, og tað var strævið, sigur Heidi.
Við á ferðini hesuferð var sviin Mats Brisenfeldt. Hann hevur saman við Katrin Johansen tikið sær av venjingini hjá Heidi seinastu tíðina, og tað hevur gingið væl.
Tey hava lagt eina langtíðarætlan við venjingini hjá Heidi, og tað hevur eftir øllum at døma givið úrslit.
Heidi hevur drigist við ein skaða í longri tíð, og skaðin lúrir framvegis.
? Eg má framvegis ansa eftir skaðanum. Eg má ikki venja ov hart, so at skaðin kemur aftur, sigur Heidi Andreasen at enda.










