Hørður er ársins unglingaleikari

Hørður Askham er av venjarunum í unglingadeildini valdur til ársins leikara í unglingum. Hann hevur sett sær høg mál fyri komandi kappingarár og ætlar at gera um seg í Effodeildini.

 

Tað er venjarafelagið, VFF, sum stendur fyri venjaratiltakinum. Her verða vald ársins venjarar hjá monnum og kvinnum, umframt ársins eldsál og ársins unglingaleikari.

 

- Sum U19 landsliðsvenjari havi eg sæð nógvar dystir hjá unglingum í ár. Hørður hevur altíð verið eyðsýndur og mangan verið millum teir bestu, sigur Oddbjørn Joensen.

 

Hørður hevur í ár spælt við 1.deildarliðnum hjá 07 Vestur, sum vann 1.deild, umframt at spælt við unglinginum hjá B36, ið gjørdust steypavinnara.

 

- Tú hevur fjølbroyttar dygdir og eg meti at tú hevur møguelikan at menna teg víðari, segði Oddbjørn áðrenn hann handaði 18 ára gamla U19 leikaranum steypið.