Hørður dagsins maður í Flensburg

Hørður Trygvason valdur til dagsins spælara fyri unglingaliðið hjá Flensburg

Bæði Hørður Trygvason og Brandur Halgirsson vóru við, tá unglingaliðið hjá Flensburg-Handewitt vann 32-16 á VfL Potsdam fyrr í vikuni. Sermerkt fyri føroyskan hondbólt er, at Hørður Trygvason er valdur til dagsins spælara, tað skrivar Flensburger Tageblatt.

 

Liðið hjá føroysku U21 landsliðsspælarunum var favorittur at vinna dystin, men tað hjálpti væl, at Hørður Trygvason stóð so væl í málinum, at mótsøðuliðið næstan ikki fekk mál í fyrra hálvleiki. Í hálvleikinum var Flensburg-Handewitt á odda 16-5.

 

Flensburger Tageblatt skrivar, at føroyki U21 landsliðsmálverjin bjargaði fleiri enn øðrum hvørjum skoti hjá VfL Potsdam. Venjarin hjá Flensburg-Handewitt sigur í samrøðu við blaðið, at Hørður Trygvason hevði vant væl í vikuni upp til dystin, og tí fekk hann møguleikan í málinum.

 

Brandur Halgirsson skoraði tvey av málinum í 32-16 sigrinum. Fríggjakvøldið verður grannauppgerð í unglingadeildini móti TSV Sieverstedt. Bæði Hørður Trygvason og Brandur Halgirsson vóru við, tá føroyska U21 landsliðið luttók í HM endaspælinum í summar í Algeria.