Hørð lagna

Venjari hjá Paraguay var sum vera man knústur eftir tapið móti Svøríki.
- Hatta var ein pínufullur háttur at tapa uppá, men vit mugu samstundis ynskja Svøríki tillukku. Teir høvdu bóltin meira og teir skaptu fleiri møguleikar, segði Anibal Ruiz eftir dystin.
Hóast teir hava ein dyst eftir, so er greitt, at Paraguay er úti úr HM-kappingini. Einasta málið, sum teir enn hava skorað, var í egið mál í dystinum móti Onglandi.