Úr botninum á Deyðahavinum á húðina hjá føroyingum. Felagið Volare Føroyar, ið heldur til í Syðrugøtu, flytir inn og selur heilsugóðar vørur úr Ísrael. Við Maurensu Mohr á odda hevur Volare Føroyar virkað í tíggju ár. Felagið selur røktandi vørur, bæði í krem- og djús-formi. Vørurnar eru ríkar á vitaminir og mineralir, heili 26 ymiskar eru at finna. Serstakliga heilsugóða plantan Aloe Vera, ið í langa tíð hevur verið nýtt til ymiskar røktandi og lekjandi viðgerðir, er eitt av høvuðsevnunum í vørunum. Sera ríku mineralirnar úr Deyðahavinum verða somuleiðis nýttar til framleiðsluna.
Til Føroya at kunna
Hjúnini Melomad, David, ið er uppfinnarin av hesi røktini, og kona hansara Zitti, eru í hesum døgum í Føroyum og kunna um hesar vørur. Tey eru úr Ísrael, og hann hevur heili 30 ár á baki innan hesa vísindina og er eisini triðja ættarlið av granskarum í familjuni. Við sær hevur hann bæði søgur og myndir av úrslitum, ið fólk hava upplivað eftir at hava nýtt hesa viðgerð. Húðsjúkur sum eksem og psoreasis hava verið viðgjørdar. Maruensa Mohr hevur samstarvað við hann øll hesi árini, har hon hevur umboðað hetta í Føroyum.
Væl umtókt millum føroyingar
Umframt bara heilsugóðar vørur, umfatar úrvalið eisini vakurleikarøkt, tannrøkt og tílíkt. Viðgerðarhátturin er bæði við inntaki av djúsi og somuleiðis meiri vanligari húðrøkt, sum eittnú krem.
Vørurnar verða ikki einans seldar í Føroyum, men eisini í grannalondum okkara. Volare Føroyar samstarvar beinleiðis við framleiðaran, so talan er ikki um nakra handilsketu ella um millumlið.
Vørurnar eru væl umtóktar í Føroyum og marknaðurin er góður. Týdningarmikið er at fáa vørurnar fram, tí, sum Maurensa Mohr sjálv segði, - Tey, sum brúka tað – brúka tað aftur.