Hørð kapping um toppskjúttaplássið í Premier League

Harry Kane, Sergio Aguero og Jamie Vardy kappast um heiðurin

Tríggir framúrskarandi áleyparar kappast um at gerast toppskjútti í Premier League nú bert eitt umfar er eftir at avgreiða í heimsins harðastu fótbóltsligu. Allir spæla við sínum liðum ímóti liðum, sum ikki hava nakað at spæla fyri uttan æruna, og tí er stórur spenningur um hvør av hesum trimum gerst toppskjútti í Premier League. Allir dystirnir í 38. umfari í Premier League verða í morgin klokkan 15 : 

 

Harry Kane, Tottenham
Mál: 25
Mótstøðulið: Newcastle (útivøllur)

Sergio Agüero, Manchester City
Mál: 24
Mótstøðulið: Swansea (útivøllur)

Jamie Vardy, Leicester
Mál: 24
Mótstøðulið: Chelsea (útivøllur)