Fyri stuttum boðaði hondbóltssambandi frá, at nú fór av álvara at koma gongd á aftur landsliðsarbeiðið hjá bæði monnum og kvinnum.
Fyrstu dystirnir eru longu lagdir til rættis, og nú byrja sjálvar landsliðsvenjingarnar. Teir báðir,
17 leikarar
Palli Joensen, sum tekur sær av venjingunum hjá manslandsliðnum, hevur tikið út 17 leikarar, sum umboða seks av liðunum í bestu deildini.
Viðmerkjast skal, at tað bert eru leikarar, sum í løtuni leika í Føroyum, sum eru við til venjingarnar. Venjararnir hava ikki enn havt møguleika at hugt eftir teimum leikarum, sum í løtuni royna seg uttanlands, og tískil er ikki óhugsandi, at onkur av hesum leikarum verður at síggja í hópinum, tá landsliðsarbeiðið er komið longur ávegis.
Hópurin til venjingarnar um vikuskiftið er annars hesin: Jóhan Danielsen og Artur Johansen úr StÍF; Óla Christian Djurhuus úr KÍF; Eli Müller, Harald Bjørgvin, Martin Hummeland, Sámal Joensen og Ingi Olsen úr VÍF; Jens Skipagøta og Bárður Brimvík úr H71; Heini Joensen og Áki Olsen úr Neistanum; Rúni Poulsen, Uni Wardum, Bjarni Wardum, Hannis Wardum og Hans Áki Dahl Christiansen úr Kyndli.
Bruttohópar
Hjá kvinnunum eru somuleiðis 17 leikarar úttiknar til bruttohópin, og eins og hjá monnunum er talan bert um leikarar úr heimligu kappingini.
Tá hetta eru fyrstu venjingarnar í hesum umfarinum, er talan um bruttohópar hjá bæði monnum og kvinnum, so møguleiki er sjálvsagt fyri, at onkur leikari verður sílaður frá, ella møguliga onkur legst afturat.
Tær 17 kvinnurnar, sum Sophus Dahl Christiansen, eru úr teimum seks fyrstudeildarliðunum í landinum, og er hópurin samansettur soleiðis:
Marita Hermansen, Rakul N. Joensen, Beinta Sørensen, Jórun Ludvig, Ann Hansen og Palma Petersen úr Kyndli; Hildur Sørensen, Helena Dam, Mildrid Jacobsen, Inga Danberg og Rúna Wardum úr Neistanum; Johanna Mikkelsen, Anna K. Samson, Annika Ljósstein, Simona Hansen, Joan Joensen, Sólvá Eystberg og Jastrid Gullaksen úr Stjørnuni; Jacklin Durhuus, Signhild Petersen, Randi Kúrberg og Eydna Johannesen úr VÍF; Sólrun Krosslág og Christina Holm úr VB; Sunrid Gleðisheygg og Mona Langgaard úr Tjaldur.