Saman við hinum í hópinum kemur týski venjarin hjá Georgia, Klaus Toppmöller til Føroya í dag. Á skránni er undankappingardysturin móti Føroyum, og talan er eftir øllum um ein sera sterkan hóp. Eisini hóast Milan-spælarin, Kakhaber Kaladze hevur givið avboð við skaða. Hópurin hjá Georgia er hesin: Málverjar: Georgi Lomaia (FC Luch-Energia), Grigol Chanturia (FC Zestaponi).
Verjuleikarar: Zurab Khizanishvili (Blackburn Rovers FC), Otar Khizaneishvili (SC Freiburg), David Kvirkvelia (FC Metalurh Zaporizhya), Lasha Salukvadze (FC Rubin Kazan), Kakha Aladashvili (FC Dynamo Kyiv). Miðvallarleikarar: Levan Tskitishvili (Panionios NFC), Levan Kobiashvili (FC Schalke 04), Jaba Kankava (FC Arsenal Kyiv), Gogita Gogua (FC Spartak Nalchik), Goga Gakhokidze (FC Twente), Zurab Menteshashvili (FC Shinnik Yaroslavl), Malkhaz Asatiani (FC Lokomotiv Moskva). Álopsleikarar: Aleksandr Iashvili (SC Freiburg), Georgi Demetradze (FC Metalurh Donetsk), Shota Arveladze (AZ Alkmaar), David Mujiri(FC Krylya Sovetov Samaraa).