Hópuppsagnir í BankNordik

Í dag eru fleiri fólk søgd upp í BankNordik, bæði hjá bankanum í Føroyum og í Danmark.

Í Føroyum eru seks fólk søgd upp og í Danmark eru eisini fleiri fólk farin úr starvi.

- Tað er neyðugt hjá okkum at laga virksemið til, segði Janus Pertersen, stjóri í BankNordik í tíðindunum á Rás2 nú klokkan 17.

- Vit hava lagt nógv virksemi í Føroyum og í Danmark saman og tað er neyðugt at fáa betri lønsemi í raksturin.

- Vit skulu vera ein effektivur banki, sum verður førur fyri at geva avlop til partaeigarar, tí annars seta teir ikki pengar í partabrøv í bankanum.

- Vit miðja eftir at hava eitt avlop upp á 200-250 milliónir um árið hesi næstu árini, sigur bankastjórin.

Í hesum sambandi er neyðugt at skerja útreiðslurnar og tískil er starvsfólkahópurin minkaður seinastu tíðina.

- Umframt tey seks fólkini í Føroyum, eru 13 fólk søgd upp í Danmark.

Tilsamans arbeiða 55 fólk færri í bankanum nú enn seinasta summar, men Janus Petersen sigur við Rás2, at tey hava roynt sum frægast at lata talan vera um nátúrliga frágongd fyri at sleppa undan at siga fleiri fólkum upp enn hægst neyðugt.

Hann sigur, at sum heild hevur bankin nú fingið tann bygnað, tey vilja hava.

Í hesum sambandi eru nógvar deildir niðurlagdar, bæði í Føroyum, Danmark og í Grønlandi.

- Eitt nú eru deildirnar í Danmark fækkaðar úr 33 deildum, niður í 18 deildir.

- Sostatt eru tey stóru tøkini tikin, men vit kanna alla tíðina eftir, hvussu bankin kann rekast enn effektivari, leggur hann afturat.