Hópuppsøgn á Smyril Line

Ein triðingur av starvsfólkinum á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line fer úr starvi. Flogdeildin er seld til Faroe Travel, og har fylgja fýra fólk við. Eitt fólk fer umborð á Norrönu, og 11 verða beinleiðis søgd úr starvi

Stjórin á Smyril Line, Jan Walle, boðaði á tíðindafundi fyrrapartin fríggjadagin frá stórum broytingum í Smyril Line. Bæði á sjógvi og landi.
Ein triðingur av starvsfólkinum á høvuðsskrivstovuni í Havn er flutt ella sagt úr starvi. Eisini í Hetlandi, Bergen og Hanstholm fara broytingar at verða gjørdar á skrivstovum felagsins, segði stjórin. Uppsagnirnar á høvusskrivstovuni í HAvn er spjaddar um allar deildir, sigur stjórin.
Jan Walle boðaði eisini frá øðrum broytingum á tíðindafundinum fríggjadagin. Eitt nú segði hann, at næsta ár fara prísirnir við Norrönu at lækka munandi. Millum 10 og 20 prosent soleiðis yvirhøvur, og í onkrum serligum føri heilt upp í 50 prosent.
Jan Walle, segði, at hann ynskir eina minni, men munandi meira effektiva fyristing, enn felagið higartil hevur havt. Tað verður so gjørt við uppsagnum og flyting av pørtum av fyrisitingini.
Flogdeildin hjá Smyril Line er seld Faroe Travel í Havn fyri eina symbolska upphædd, segði stjórin. Aðrastaðni í vinnuni ljóðar, at hendan upphædd skal vera ein króna.
Hann staðfesti, at tað hevur verið ov dýrt at ferðast við Norrönu, tá tað hevur borið til at flogið millum lond og leiga sær bil uttanlands fyri mini enn tað, Smyril Line kann bjóða ferðafólki sínum.
Jan Walle duldi ikki fyri, at hann heldur, at ov nógv fokus verður sett á Norrönu og tey støð, fólk skulu gista á á teimum støðum, tey feðrast til.
Hann vil heldur brúka hugsjónina hjá Simon Spies sála, sum seldi upplivingar heldur enn ferðir. Tí fer eisini ein broyting í marknaðarføringini hjá Smyril Line at hava við sær, at útsjóndin á eitt nú faldarum og slíikum fer at broytast, segði hann.
Ferðafólk skulu fáast at brúka Norrönu eisini uttan fyri vanligu háarstíðina, seðgi stjórin. Og hann er heitur talsmaður fyri at fáa fleiri fiskituristar, sum tað verður nevnt aðrastðani, til Føroya bæði á vári og heysti, og helst um veturin við. Tað er so eitt mál, hann ætlar at marknaðarføra, sigur hann.
Jan Walle, sum áður hevur boðað frá, at hann ætlaði sær at verða eitt ár í felagnum, segði á tíðindafundinum, at hann hevur broytt ætlan og fer at halda fram, tí hann vil síggja úrslitini av tí, sum hann nú er farin undir.