Nokia Siemens kunngjørdi í gjár, at fyritøkan fer at skerja starvsfólkatalið, so 17.000 færri fara at arbeiða hjá fyritøkuni. Tað vil siga, at 23 prosent av arbeiðsplássunum hvørva. Sambært BBC fer hetta at hava við sær, at rakstrarútreiðslurnar minka umleið eina milliard evrur um árið.
Rajeev Souri, aðalstjóri í Nokia Siemens, sigur í tíðindaskrivi, at hann harmast uppsagnirnar, men hann leggur afturat, at tað slepst ikki undan teimum.
Nokia Simens hevur havt trupulleikar í seinastuni, og fyritøkan hevur fingið sera harða kapping frá øðrum telefyritøkum so sum Huawei og Ericsson.










