Hópneyðtøkur gerandiskostur í Kenya

Nógvar kvinnur eru neyðtiknar fyri eygunum á teirra næstu

Ófriðurin aftan á forseta- og tjóðartingsvalið í Kenya hevur gjørt, at summastaðni í landinum er tað vandamikið at vera kvinna.

 

Í høvuðsstaðnum Nairobi er talið á neyðtøkum vaksið sera nógv, síðani ófriðurin kyknaði. Sam Thenya, sum er leiðari á einum kvinnusjúkrahúsi í Nairobi, sigur við Reuters, at talan er ikki um vanligar neyðtøkur longur, tí í flestu førum eru kvinnurnar neyðtiknar fleiri ferðir. Bara tað seinasta samdøgrið eru 19 neyðtiknar kvinnur komnar á sjúkrahúsið.

 

-Fleiri av kvinnunum hava greitt frá, at tær blivu neyðtiknar fyri eygunum á sínum næstu, og í flestu førum vóru fleiri menn um illgerðina. Vit stúra fyri, at tað eru bara tær fáu, sum koma higar, tí hinar kvinnurnar siga okkum, at fleiri orka ella tora ikki at fara á sjúkrahúsið, sigur Sam Thenya.

 

ST-umboðsstovan í Nairobi váttar, at kvinnur hava verið fyri grovum kynsligum ágangi undir ófriðinum.

 

 

Óttast fólkadráp

 

Fólk, sum arbeiða hjá ymsum neyðhjálparfelagsskapum í Kenya, siga seg bera ótta fyri, at ófriðurin kann elva til etniskan ágang, og at tað kann enda sum fólkadráp eins og í Rwanda í nítiárunum. Danski sendiharrin í Kenya, Bo Jensen, væntar kortini ikki, at tað fer at henda.

 

-Tað er rætt, at etniskur spenningur er ein partur av ósemjuni um valið og ófriðinum síðani, men tey flestu í Kenya vilja fegin hava enda á ófriðinum, og at tað aftur verður friður, sigur Bo Jensen við TV2.

 

Sambært kenyansku myndugleikunum hevur ófriðurin síðani valið seinasta hósdag kostað 328 mannalív.