Arbeiðsgevarar harta myndugleikarnar fyri ein skattapolitikk, ið ger tað óneyðuga trupult hjá føroyskum vinnulívi at fáa fatur á arbeiðsmegi.
- Okkara skattaskipan er soleiðis sett saman, at tað loysir seg betri hjá einum føroyingi at arbeiða uttanlands enn hjá einum føroyingi at arbeiða í Føroyum. Og hetta er ikki orsakað av lønini. Var sama løn goldin í Føroyum og uttanlands, hevði føroyingurin framvegis havt væl meira eftir, um hann arbeiddi uttanlands. Hetta er ikki ein haldgóð støða hjá føroyskum vinnulívi.
Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag í nýggjastu ársfrágreiðing síni.
Felagið vísir á, at tað er trupult at kappast um arbeiðsmegina.
- Arbeiðsmegin er ser flytfør, og fær harafturat skattligan fyrimun av at arbeiða uttanlands, heldur enn at arbeiða í Føroyum. Samstundis hava føroyskar fyritøkur ikki møguleikan til frítt at seta útlendska arbeiðsmegi í starv. Ger politiska skipanin einki við støðuna, so er vandi fyri, at serliga handverksvinnan minka enn meira, sigur Arbeiðsgevarafelagið
- Støðan kann ikki halda fram. Fyritøkur hava ilt við at bjóða seg fram í Føroyum, tí tær ikki hava ta neyðugu arbeiðsmegina til at loysa uppgávurnar. Eisini eru avbjóðingar í mun til at seta lærlingar, tí sveinarnir hava valt at arbeiða uttanlands.
Arbeiðsgevarafelagið hevur tí eitt greitt tilmæli til politikararnar og tað er at skattaskipanin javnsetir føroyingar í Føroyum og føroyingar uttanlands.