- Djórapínsla hevur onki við gamla føroyska mentan at gera. Tað hevur heldur onki við tað at gera, at havnarfólk ikki skilja bygdarfólk.
Tað staðfestir Rúni Nielsen, næstformaður í Djóraverndarfelagnum.
Fyri kortum var eitt mál nógv umrøtt, har ein bóndi hevði tikið beinið á einum smálambi, sum var yvirkoyrt.
Tá hevði bóndin hug at bagatellisera málið og í sjónvarpinum gjørdi hann tað til ein samanbrest ímillum gamla, føroyska bygdarmentan og fólkini á bonaðu gólvunum í Havn, ið hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan.
Men hetta er eitt sjónarmið, sum næstformaðurin í Djóraverndarfelagnum afturvísur upp á tað harðasta.
- Tað er í fínasta lagi, at fólk drepa djór til matna. Tí hevur djóraverndarfelagið ongantíð talað at hvørki haruveiði, slakti og grindadrápi, tí tá ið vit búgva í Føroyum, er tað ein partur av lívinum, at dýr verða dripin til matna.
- Men øll hava krav upp á eitt virðiligt lív – og ein virðiligan deyða, bæði menniskju og dýr, sigur hann.
Sláa upp í glens
Hann sigur tí, at ein stór avbjóðing hjá teimum í Djóraverndarfelagnum er at fáa fólk at broyta hugburð til dýr.
Hann staðfestir eisini, at tað eru ikki so nógv havnarfólk limur Djóraverndarfelagnum. Og nógv av teimum havnarfólkum, sum eru limir í felagnum, eru nettupp bøndur og onnur, sum eru von við djórahald.
- Hinvegin eru flestu av limunum í Djóraverndarfelagnum, bygdarfólk um ein háls, sum eisini eru von við at hava dýr og sum eru von við at drepa djór til matna.
- Tað eru nógv, sum tíverri bara sláa djórapínslu upp í glens, og siga, at hatta eru bara havnarfólk, sum bara kunnu fara í køldiskarnar í handlinum eftir kjøti og sum hava mist sambandi við gamla, føroyska mentan.
- Í veruleikanum er hetta tað sama sum at siga, at bygdarfólk hava onga virðin fyri djórum og tað góðtaki eg ikki.
Rúni Nielsen sigur, at Djóraverndarfelagið er altso ikki bara fyri býarfólk við ektaðum, nýgreiddum rasuhundum. Tvørturímóti er ein grund til at fólk vilja vera limur í Djóraverndarfelagnum, at tey halda, at dýr hava krav upp á virðing, eisini tá ið tey verða dripin, sigur hann.
Les eisini greinina: Tey skuldu skamma seg