Høpisleyst at halda áfram við tingfundi

Hóast eingin veit, um landsstýrið hevur parlamentariskt grundarlag undir sær ella ikki, heldur tingfundurin áfram Løgmansrøðan er enn til viðgerðar í Løgtinginum, og tingfundurin sær út til at halda áfram í langa tíð enn.

Undir viðgerðini av løgmansrøðuni hava landsstýrisfólk verið á palli og greitt frá ætlanunum hjá landsstýrinum framyvir, sjálvt um eingin veit, hvørt parlamentariskt grundarlag er fyri at sitandi landsstýri heldur fram.

Fleiri tinglimir fýlast á at løgmaður sjálvur ikki hevur verið til staðar í stórum pørtum av viðgerðini síðan Gerhard Lognberg tók seg úr samgonguni.

Harumframt halda fleiri tingmenn úr bæði samgongu og andstøðu, at tað er høpisleyst at halda áfram við tingfundinum, sum var einki hent, tá eingin veit, um parlamentariskt grundarlag er undir landsstýrinum ella ikki.

Hóast hetta heldur tingfundurin áfram, har eittans mál, løgmansrøðan, er til viðgerar.

Í kvøld klokkan 18 verður fundur í floksleiðslu Javnaðarfloksins, har málið um Gerhard Lognberg, hvørt hann skal útihýsast ella ikki, er á skránni.