Myndugleikarnir í New York eru nú farnir at gera hópgrøvir til teirra, ið hava latið lív av koronavirus.
BBC vil vera við, at dronuupptøkur frá Hart Island vísa, at fólk í verjuklæðum grava og fylla hópgravir, nú talið á deyðum orsakað av koronavirus heldur áfram at vaksa.
Á Hart Island hevur seinastu 150 árini verið kirkjugarður til teirra, ið ongan góðan eiga. Í 80'unum vóru tey, ið lótu lív orsakað av AIDS farsóttini, jarðað har, og eisini verður kirkjugarðurin nýttur nógv til deyðfødd pinkubørn.
New York er ógvisliga rakt av koronavirus, og staturin hevur fleiri koronatilburðir enn nakað annað land enn USA í heiminum.
Myndugleikarnir í New York vátta, at í gjár fór talið av koronatilburðum upp á 160.000, og fleiri enn 7.000 fólk hava latið lív í New York av koronavirus.
Í USA eru samalagt 462.000 tilburðir av koronavirus, og um 16,500 fólk hava latið lív í USA av smittuni.