Mannarættindafelagsskapir leggja nú sýriska stjórnarherin undir at hava beint fyri meiri enn 200 fólkum í bygdini Tremseh, sum er í landspartinum Hama. Sambært felagsskapunum hendi hetta í gjár, og eru tíðindini sonn, er hetta tað størsta hópdrápið í Sýrialandi, siðani uppreisturin byrjaði, skrivar AFP.
Keldurnar hava sagt mannarættindafelagsskapunum, at stjórnarherurin kringsetti bygdina og leyp síðani á við stríðsvognum og tyrlum. Síðani fóru hermenninir inn í húsini og skutu tey, sum teir komu framá, áðrenn teir settu eld á húsini.
Tann størsta andstøðufylkingin í Sýrialandi heitir á trygdarráðið hjá ST um at semjast um eina hvassorðaða og bindandi samtykt ímóti stýrinum í Damaskus.










