Í miðamerikanska landinum Honduras leita væl mannað løgreglulið eftir nøkrum monnum, sum myrdu minst 18 fólk á einum skógvavirki í býnum San Pedro í gjár. Myndugleikarnir siga, at álopsmenninir vóru tveir ella tríggir í tali, og at teir vóru vápnaðir við sjálvvirkandi Kalasjnikov-riflum.
Álopið er ikki tað fyrsta í Honduras í ár. Í vár doyðu níggju fólk í einum fátækrabýlingi í høvuðsstaðnum Tegucigalpa, tá tvey rúsevnaharkalið brustu saman.
Stríð millum rúsevnaharkalið er ein veksandi trupulleiki í Honduras, sum er vorðið ein miðdepil í rúsevnasmuglingini millum teir báðar amerikonsku heimspartarnar. Myndugleikarnir vilja vera við, at ófriður í sambandi við rúsevni kostaði minst 1.600 mannalív i fjør.