Hønurnar á Velbastað eru avtiknar

Fríggjadagin vórðu allar 3200 hønurnar í høsnarhúsinum á Velbastað avtiknar, og um ein mánað verður nýtt lið av hønum sett við. Í juli verður farið undir at útbyggja høsnarhúsið, so framleiðsla kann vera alt árið

 

Føroyskir brúkarar fara ikki at hava møguleika at keypa føroysk egg, ið eru framleidd á Velbastað, í einar tveir mánaðir. Orsøkin er hon, at allar hønurnar verða avtiknar, tí tær verpa ikki so støðugt longur, og tí er tørvur á nýggjum og frískum hønum.

Egg av Velbastað verða aftur á marknaðinum um hálvan juli, tá nýggju hønurnar eru farnar at verpa egg til okkum føroyingar.

Um sama mundið verður farið undir annað byggistig í høsnarhúsinum, sum væntandi verður liðugt einaferð fyrst í komandi ári. Tá verður støðug framleiðsla á høsnarhúsinum, tí tá ber til at hava tvey lið av hønum í senn. Tá tað eina liðið verður tikið av, verpur hitt liðið uppá tað mesta. Soleiðis verður útboðið hjá Føroya eggi støðugari.


7000 hønur

Nú hevur Føroya egg bara eitt lið av hønum, og tí kann framleiðslan ikki vera so støðug. Tá útbyggingin er liðug, verður eitt lið afturat sett við.

Annfinn Brekkstein, eigari av Føroya eggi, sigur, at 11. juni verða 3200 hønur settar við, og tá annað byggistig er liðugt verður eitt annað lið við 3800 hønum sett við. Tá verða eini 7000 hønur tilsamans í høsnarhúsinum á Velbastað.

Annfinn Brekkstein væntar, at allar 7000 hønurnar fara at verpa nærum 2 milliónir egg um árið.

Hann heldur tað samstundis vera týdningarmikið at kunna hava eina javna framleiðslu, so at egg av Velbastað kunnu vera á marknaðinum allatíðina.

Sum nú er hevur Føroya egg eini 10-12% av tí føroyska marknaðinum, og hesin markaðarpartur skal økjast, heldur Annfinn. Nú verða eini 7 milliónir egg innflutt til Føroya um árið.

? Eg eri sera nøgdur við gongdina higartil, og tað hevur gingið eftir ætlan. Vit hava havt stóran avsetning, og tað hevur eydnast at fáa góða góðsku á eggunum, sigur Annfinn Brekkstein.


Eiga at framleiða í Føroyum

Nú Annfinn Brekkstein miðar eftir at fáa ein størri part av marknaðinum, leggur hann dent á, at vit í Føroyum eiga at framleiða ein størri part av slíkum vørum.

? Vit innflyta ov nógv til landið sum nú er. Um fortreytirnar eru í lagi, og landið er eitt sindur við, so ber til at framleiða nógv fleiri vørur her í Føroyum, sigur Annfinn Brekkstein.