Sopranin <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Helena Dearing er fødd í New York. Sum barn flutti hon við familju síni til Eysturríkis, har hon fekk sína tónleikaútbúgving á Wiener Musikhochschule.
Í 1980 hevði hon sína fyrstu sangframførslu, og seinni hevur hon sum solistur havt hópin av konsertum í flestøllum londum í Europa, eins og hon eisini hevur gjørt konsertferðir eitt nú til Japan og USA.Sangúrvalið hjá Helena Dearing fevnir um tónleik frá barokktíðini, sum hevur hennara serliga áhuga, og upp til nútíðar songlist.
Umframt sítt konsertvirksemi er Helena Dearing eisini professari í sangi við lærda tónlistaskúlan í Wien.
Altsangarin <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Elsa Súsanna Dalsgaard er vælkend í klassiska tónleikaheimnum her á landi. Hon leyk prógv sum sangari á Det kgl. Danske Musikkonservatorium í Keypmannahavn og hevur síðan 2000 havt fast tilknýti sum kórsangari í norsku operuna í Oslo.
Í hesum starvi hevur hon mangan eisini havt solistuppgávur eitt nú í Requiem eftir A. Schnittke, S. Rachmaninoffs Vesper, Stabar mater eftir G.B. Pergolesi, La Traviata hjá G. Verdi og Dido & Aeneas eftir H. Purcell.
Heima í Føroyum hava vit upplivað Elsu Súsonnu bæði á egnum konsertferðum og sum luttakandi í Summartónum. Í samarbeiði við Havnarkórið hevur hon eisini sett sín ljómandi dám á sum solistur í verkum sum Magnificat og Jólaoratoriinum eftir J.S. Bach, Händels Messias og Elias eftir Mendelssohn-Bartholdy
Tenorurin <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Johan Christensson er í seinni árum vorðin viðurkendur sum ein hin fremsti konsert- og oratorisangarin við virksemi bæði í heimlandinum Svøríki og uttanlands.
Seinasta ár var hann at hoyra í Stockholms Konserthus sum solistur í c-moll messu Mozarts, sum Allan Gilbert stjórnaði. Saman við gitna svenska kór- og orkesturleiðaranum Eric Ericsson framførdi hann H-moll messu Bachs í Stockholm, Gøteborg og Norrkøping. Saman við Stefan Parkman var hann í Stuttgart og framførdi Magnificat eftir nútíðar tónaskaldið Sandstrøm, eins og hann eisini hevði evangelistpartin í Jóhannespassión J.S. Bachs í Malmø Konserthus.
Seinni í vetur gongur ferðin til Nidaros Dómkirkjuna í Tróndheimi og til Helsingborg Konserthus at framføra Händels Messias og Jólaoratorium Bachs, sum eisini við honum sum evnagelisti verður at hoyra í Stockholms Konserthus við Paul Goodwin sum leiðara.
Samanumtikið ferðast Johan Christensson víða bæði burturi og heima til týðandi sololeiklutir bæðí tí klassiska og tí nútíðarliga.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Ágúst Ólafsson, bassbariton, fekk sína byrjandi sangútbúgving í heimbýnum Reykjavík. Framhaldandi lærdi hann í Sibelius Akademiinum í Helsinki hjá Jorma Hynninen og Sauli Tillikainen. Samstundis søkti hann sær lærdóm í Týsklandi á skeiðum hjá heimsgitnu sangarunum Elisabeth Schwarzkopf og Dietrich Fischer-Diskau.Ágúst hevur havt solokonsertir í Íslandi, Noreg, Svøríki, Finlandi og Týsklandi. Í altjóða sangkapping á Hugo Wolf Akademiinum í 2004 vann hann aðru virðisløn saman við pianistinum Izumi Kawakatsu.
Í operusangi hevur Ágúst Ólafsson havt gitnar leiklutir sum Don Giovanni og sum greivin í Brúdleipi Figaros í hesum operum Mozarts og sum Don Carlos í operu Verdis.
Annars er Ágúst javnan solistur í oratorium Bachs og Händels, og seinasta vár upplivdu vit hann sum bass-solist í Mozarts Requiem í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni saman við Føroya Symfonikóri og –orkestri, sum Bernharður Wilkinson stjórnaði.