H. N. Jacobsen stendur fyri Hans Nicolai Jacobsen, vanliga kallaður Hans Niklái. Hann livdi frá 1832 til 1919. Sum hjá so mongum havnarfólki vóru foreldrini av bygd. Pápin, Jakob Niclassen, var úr Sumba. Mamma Hans Nikláa æt Sigga. Hon var vevkona á garðinum á Oyri við Sundalagið, har Jákup var húskallur. Tey giftust í Fugloy á sumri í 1829 og búsettust um heystið í Gongini í Havn. Tey fingu tvey børn: dóttrina Marionnu, sum giftist við Tummasi niðri í Húsi í Koltri – tað er hann, sum skrivaði kvæðabókina Koltursbók, og sonin Hans Nikláa, sum varð kendur um alt landið sum Bókbindarin.
John Davidsen skrivar um Hans Nikláa, at hann var evnaríkur, dugdi væl í skúlanum og raskur at hjálpa pápa sínum á trøðni. Harumframt fekk hann annað og meira frá foreldrum sínum: Ta siðmenning, ið sermerkti hitt føroyska samfelagið frammanundan fríhandlinum. Hon gav seg serliga til kennar í skemti og álvara, í dansi og gudsótta. Sum vant hjá ungum evnaligum havnardreingjum í teirri tíðini beyð hann sær í 1849 til at vera jekari. Hann kom at vera væl kendur við hægsta yvirmann sín, hin ráðaríka, men vælmeinta amtmann Dahlerup. Amtmaðurin fekk tokka til henda vituga og virkisfúsa drong og eggjaði honum til at seta sær hægri mál enn bert at vera tøðhólkur.
Hetta er í tíðini, tá ið kongligi handilin er einasti inn- og útflutningsvirki í landinum. Eitt av starvsfólkunum har var hosnamaðurin Niels Skaale, fyrr umrøddur í hesi røð. Hann bant eisini bøkur inn – mest álmanakkar og sovorðið. Hann legði Hans Nikláa lag á bókabinding. Av tí, at tað lá stak væl fyri, beyð Hans Niklási sær til at binda bøkur inn fyri fólk. Hetta gav honum so nógv at gera og góða inntøku, so hann kundi giftast bara 20 ára gamal við Jóhonnu Mariu úr Koytu heima á Sandi, fødd í 1817. Hon var 15 ár eldri enn hann.
Hans Niklái fer niður at læra
Dahlerup amtmaður og forvaltarin í kgl. handlinum, Kauffeldt, hjálptu Hans Nikláa at skriva umsókn um studning at fara til Keypmannahavnar í 1853 at læra meira um bókabinding. Hetta er í monopolhandilstíðini, tá ið eingin kundi fáa handilsloyvi. Men bókabinding var handverk, sum ikki kravdi handilsloyvi.
Hans Niklái gjørdi skjótt av. Frá mai til oktober 1854 lærdi hann bókabinding í Keypmannahavn, og var síðani jekari og bókbindari í Havn til hann í mai 1863 fór úr jekaraliðnum.
Fólkatalið var vaksið, regluligur skúli var skipaður, og tí øktist eftirspurningurin eftir bókum. Fólk bóðu tí bókbindaran fáa sær bøkur, og Hans Niklái skrivaði til Ursin, lærumeistara sín, og kom so líðandi í samband við danskar bóka- og pappírshandlarar. Í november sama ár fekk hann handilsloyvi og bókahandilin var stovnaður ólavsøkudag 1865.
Handilin í Gongini
Hetta virksemið var alt heima í Gongini. Handilin var í húsinum, har Jórun í Dali hevði teknistovu fyri nøkrum árum síðani. Vit hava eina mynd av húsinum við skelti, har tað stendur Boghandel. Her fingust bæði neyðug amboð og stóra upplivingar
Í Tann deiliga Havn skrivar William Heinesen um gamla handilin:
Her laa ogsaa bogbinderens handel. En høj trapppe førte op til dette røde eventyrhus, hvor man kunde købe “aftrykningsbilleder” og store ark med papirsoldater. Aftrykningsbillederne var graa og uanselige, men naar man klæbede dem til den indre side af et bogbind og viskede paa dem med en fugtet finger, sprang de underfuldeste kulørte billeder frem, skære og nye som unge insekters vinger, det var som at skue ind i et af Tusind-og-en-nats eventyr fra Østerland.
Tá ið tað gjørdist ov trongt har, fluttu bókbindarahjúnini inn hjá dóttrini Sigrid Niclasen, sum búði í Quillingsgarði, og bókahandil og bókbindarí vóru eftir. Sigrid stílaði fyri handlinum, Hans Niklái hevði bókabindingina, trøðna og kýrnar um at vera. Sigrið keypti húsini á Bakka, sum standa oman fyri, at hava goymslu í, men tá ið realskúlin flutti niðan, har Kommunuskúlin var fram til 1956, seldu tey ognirnar í Gongini og Quillingsgarð og keyptu gamla realskúlan, sum handilin hevur húsast í síðani.
Framúr álitismaður
H.N. Jacobsen var annars virkin innan nógv onnur øki enn bókahandilin. Hann kendi eina sterka samfelagsskyldu, og bar seg ongantíð undan at taka lut í samfelagsuppgávum, har alt var lønarleyst.
Í nógv ár var hann limur í Nótafelagnum og hevði ymisk álitisstørv í felagnum, eisini sum formaður.
Í 40 ár var hann stjórnarlimur fyri Føroya Amts bókasavni. Hann var skúlanevndarlimur fyri almúguskúlan og realskúlan í nærum 20 ár. Í 30 ár var hann limur av valstýrinum í Suðurstreymoy. Kirkjuverji var hann í 25 ár. Hann var ein av fyrstu limunum í Avhaldsfelagnum og var nevndarlimur í 15 ár. Sum slíkur fekk hann í uppdrag saman við øðrum at gera uppskot til felagslóg fyri Sygekassen for Thorshavn og Omegn.
So var hann eisini við til at kalla inni til hin tiltikna jólafundin annan jóladag í 1888, sum kom at hava so stóran týdning.
Eftur tilmæli frá Rytter amtmanni gjørdist H.N. Jacobsen eisini í 1911 riddari av Dannebrog.
Hann náddi at halda fimtiáradag sum bókahandlari. Tá varð stór veitsla hildin fyri honum.
Hans Niklái sovnaði stillisliga 17. juni 1919.
Keldur: HNJ
Næstu ferð:
Komandi partur verður um Elias Johansen, í Rættará, sum er kendur sum bátasmiður