Tíverri hómast eitt nýtt stríð í havsbrúnni ímillum Føroyar ES í havsbrúnni.
Tað vísti Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, á í gjárkvøldið, tá ið Fólkatingið hevði orðaskiftið um røðuna, Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, helt tá ið Fólkatingið varð sett týsdagin.
Magni Arge staðfesti, at danska stjórnin er av teirri fatan, at ES hevur ein heilt avgerandi leiklut í arbeiðnum fyri at røkja donsk áhugamál.
Tað hevur Magni Arge virðing fyri. Men hann minnir samstundis á, at ES og Føroyar hava ikki altíð somu áhugamál. Her hugsar hann um makrelstríðið, har eisini danska stjórnin kom í klemmu ímillum áhugamálini hjá ES og áhugamálini hjá føroyingum
Men Magni Arge stúrir fyri, at eitt nýtt stríð er á veg ímillum ES og Føroyar. Og tað er tí at ES hevur í hyggju til at víðka heimildarnar hjá altjóða hvalaveiðifelagsskapinum, IWC, so at at arbeiðið hjá felagsskapinum eisini skal umfata smáhval.
– Tað má ikki henda, tí IWC verður stýrt av djóraverndarfelagsskapum, sigur føroyski fólkatingsmaðurin.
Hann vísir samstundis á, at Føroyar hava eitt gott samstarv í norðuratlantiska felagsskapinum, NAMMCO, sum støðugt hevur eyguni eftir, at veiðan eftir smáhvali er burðardygg.