Ein hálvur vestmenningur er europameistari í kurvabólti. Talan er um 14 ára gomlu Linneu úr Stockholm. Linnea er dóttir Oddvør Lamhauge. Oddvør er dóttir Palla Lamhauge, sum er tiltikin fyri teir spennandi túrarnir hann ger undir Vestmannabjørgini.
Vestmanna er kend fyri annan bóltítrótt, sum verður spældur við hondunum, men 14 ára gamla Linnea hevur valt sær kurvabólt, sum sína ítrótt. Hetta kann hon fegnast um nú, tá hon er vorðin europameistari í kurvabólti fyri Svøríki fyri U20-landslið.
Tó er ikki talan um eitt ”vanligt” landslið. Linnea er nevnliga hoyritarnað. Hon hevur eitt hoyritól, og kann hoyra eitt sindur, men europameistaraskapið hon var við til at vinna, var fyri deyvar kurvabóltsspælarar í U-20 bólkinum.
EM í Póllandi
Europameistaraskapið fyri deyv U20-kvinnulandslið varð hildið í Póllandi í næstsíðstu viku. Oddvør Lamhauge ferðaðist til Póllands fyri at síggja teir avgerandi dystirnar.
– Tað var ótrúliga spennandi at vera til staðar og síggja avgerandi dystirnar. Tær svensku genturnar stríddust hart fyri sigrinum, og tað var veruliga stuttligt at síggja, greiðir Oddvør Lamhauge frá. Svensku genturnar máttu vinna tann avgerandi dystin við 10 stigum.
– Venjarin hjá Linneu og teimum segði við genturnar, at hann vildi, at tær skuldu vinna dystin við 20 stigum, og tær kýttu seg veruliga, fyri at fáa europameistaraskapið í hús, staðfestir Oddvør Lamhauge.
Oddvør heldur, at Linnea og hinar svensku genturnar fingu eitt sálarligt lyft av at vinna europameistaraskapið í kurvabólti.
Næsta ár verður EM-endaspælið í Turkalandi, og Linnea og hinar genturnar á U20-landsliðnum eru longu byrjaðar at fyrireika seg til at endurvinna europameistaraskapið. Familjan er stødd í summarhúsi, og hvønn dag rennur Linnea ein longri tein fyri at halda seg í venjing. Oddvør hevur tó enn ikki fest eina kurvabóltskurv fasta í summarhúsið, so Linnea fær vant við bóltinum, men stig verður tikið til hetta fyrsta dagin.
Spældi við teimum hoyrandi
Tey fyrstu árini spældi Linnea við einum kurvabóltsliði, har hinar, sum spældu, vóru gentur við fullari hoyrn.
Oddvør møtti trúføst til allar venjingar og dystir fyri at tulka alt fyri Linneu, men seinnu árini hevur Linnea hildið seg meiri til at spælt kurvabólt við teimum deyvu og hoyritarnaðu.
Oddvør greiðir frá, at tað er ikki soleiðis, at eyka dómarar eru til ein kurvabóltsdyst fyri deyv, sum ein til dømis sær til fótbóltskappingar fyri deyv. Genturnar hava alla tíðina eyguni við, hvat dómarin ger og signalerar, men tað hendir seg onkuntíð, at onkur strýkur avstað, uttan at hava fingið við, at dómarin hevur bríkslað. Annars gongur væl at avgreiða dystirnar hjá teimum deyvu.
Linnea fær ikki vant so nógv, tá familjan er í Vestmanna og ferðast. Ein kurvabóltsvøllur er í Vestmanna, men kurvabóltur verður ikki nógv íðkaður í Føroyum, og í Vestmanna er tað hondbólturin sum telur.
Oddvør staðfestir tó, at spælarnir eru betri vardir í kurvabólti enn í til dømis hondbólti.
– Í kurvabólti er ikki loyvt at fara í spælarar, ella takla teir, sum ein ger í øðrum ítróttargreinum. Fremur ein spælari fimm brot á hesar reglur, so verður viðkomandi spælari vístur av vøllinum, sigur Oddvør, sum er sera spent uppá stóru uppgávurnar, sum standa fyri framman hjá 14 ára gomlu Linneu, sum finnur stóra gleði í ítrótt sínari.










