Hálvur seglbátur á Kollafir_i

Brimil kom tí_liga í gjáramorgunin á Kollafjør_ vi_ tí eini helvtini av eini tvíkilju, einum katamarani, sum var_ funnin til havs, 120 fjór_ingar í ein landsynning úr Føroyum.

 

Brimil kom tí_liga í gjáramorgunin á Kollafjør_ vi_ tí eini helvtini av eini tvíkilju, einum katamarani, sum var_ funnin til havs, 120 fjór_ingar í ein landsynning úr Føroyum. Hálva tvíkiljan er leivdirnar av "Team Phillips" einum flottum kappsiglara í 100 milliónaklassanum, sum forlisti í desember mána_ í fjør, nakrar 100 fjór_ingar úr landi vestur úr Írlandi.

Fríggjadagin fekk MRCC Tórshavn frábo_an um, at vraki_ av "Team Phillips" var funnin nærhendis Føroyum. Ta_ vóru havrannsóknarskipi_ "Geo Pacific" og farmaskipi_"Thor Chaser" sum funnu vraki_. Tá vrakluturin var so stórur, at hann kundi vera til vanda fyri skip, avgjørdi MRCC at senda "Brimil" eftir vrakinum. "Brimil" var hjá vrakinum um fimm tí_ina leygarmorgunin. Ein høg mastur hekk føst í vrakinum og hetta gjørdi sleipingina upp aftur torførari. Ta_ eydna_ist manningini á "Brimli" ví_ hegni at fáa tveir trossar á vraki_ og sí_an var_ fari undir sleipingina.

Ein stórur dreymur brast

"Team Phillips" v ar ein stórur seglbátur, gjørdur úr kolfibrum og var 40 metur langur. Tvíkiljan var bygd til kappsigling á heimshøvunum. Talan var um eina risa verkætlan, sum hev_i var í fleiri ár. Báturin hev_i undir royndarsigling havt trupulleikar vi_ mastrum og bógnum. Ta_ júst undir royndarsigling, at skipi_ í einum ódnarve_ri fekk ein sjógv, sum oy_ileg_i manningarrúmini. Ró_ri_ gekk eisini fyri og skipi_ kundi ikki sigla. Báturin klára_i hetta ódnarve_ri_, men tá útlit vóru fyri einum ódnarve_ri afturat, avgjørdi skiparin, Pete Goss, at senda út ney_arkall. Hann metti ikki at báturin klára_i ein sjógv afturat.

Tann 10. desember í fjør var_ manningin, í taldi sjey, tikin av "Team Phillips" av einum t_skum bingjuskipi umlei_ 650 fjór_ingar vestur úr Írlandi. Ætlanin var at fara umbor_ aftur, tá ta_ blí_ka_i, men aftan á 19. desember hevur ongin sæ_ bátin og hildi_ var_ at hann var sokkin.

31. mai fann "Geo Pacific" eitt vrakpetti av "Team Phillips" og samstundis var_ eitt petti funni_ vi_ Vestmannaoyggjarnar. Tá var Pete Goss í Íslandi og hugdi eftir restunum av hansara stóra dreymi og bjargingarmyndugleikarnir í Føroyum hava eisini veri_ dagliga í samband vi_ Pete Goss, sí_an helvtin av seglbátinum var_ funni_.