Føroyafrádrátturin fer ongan veg", sigur Karsten Hansen landsstýrismaður í eini viðmerking í Dimmalætting og Sosialinum tann 30. mai. Landsstýrismaðurin roynir við hesum at sissa teir føroyingar, sum óttast fyri avleiðingunum av einum møguligum fullveldi.
Víðari sigur Karsten Hansen, at hesin skattafrádrátturin fyri lesandi í Danmark, er við í eini avtalu, sum Danmark hevur við 17 lond, og at hetta tí einki hevur við ríkisfelagsskapin at gera.
Men hetta er bert hálvur sannleikin. Upphæddin sum tey lesandi kunnu vinna sær skattafrítt í Danmark er nevniliga ikki tann sama fyri næmingar úr øllum hesum 17 londunum.
Hini fáa minni
Sambært sosialráðgevingini fyri føroyingar í Danmark, so kunnu føroyingar og íslendingar í ár vinna sær 58.000 krónur skattafrítt í Danmark, meðan næmingar úr øðrum norðurlondum fáa munandi minni frádrátt.
So er spurningurin, um fullveldið Føroyar (sum nú helst ikki verður nakað fullveldi kortini) hevði fingið somu avtalu sum Ísland, ella um hetta ríkið hevði komið í bólk saman við øðrum londum, sum hava eina verri avtalu.
Tað einasta, vit vita við vissu er, at higartil er eingin avtala gjørd hesum viðvíkjandi, og nú bendir eisini alt á, at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum heldur, at ein tílík avtala er óneyðug, tí alt fer at halda fram av sær sjálvum.
Tað kann henda, at landsstýrið aftur hesaferð verður tikið á bóli.
Helgi Abrahamsen vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.
Vit hava góðar fortreytir
Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.
Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.
Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.
Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.
Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.
Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum