Lukas Rossander, sum er hálvur føroyingur, vann saman við liðfeløgum sínum stóru Dreamhack Masters kappingina í telduspælinum Counterstrike, sum var hildin í Marseille um vikuskiftið. Lukas Rossander er partur av liðnum Astralis.
16 lið vóru við í kappingini, sum er í spælinum CS:GO. Astralis megnaði bragdið at vinna allar dystirnar uttan at tapa nakað spæl. Allir sigrarnir vóru 2-0.
Í kvartfinaluni Astralis 2-0 á FaZe Clan. Teir spældu á Mirage og Nuke kortunum, og Astralis vann 16-11 og 16-6.
Í semifinaluni vann Astralis 2-0 á Fnatic. Teir vunnu fyrst ein tryggan 16-5 sigur á Overpass-kortinum, meðan teir vunnu 16-12 á Mirage-kortinum.
Í finaluni møtti Astralis Natus Vincere, sum eisini hevði vunnið allar dystirnar higartil 2-0. Astralis vístu tó beinanvegin, hvønn veg tað bar, tá teir vunnu 16-4 á Nuke-kortinum. Seinni dysturin bleiv spældur á Inferno, og aftur her var Astralis við yvirlutan og vann 16-11.
Astralis er eitt danskt lið, ið er samansett av spælarunum:
Nicolai ‘dev1ce’ Reedtz
Peter ‘dupreeh’ Rothmann
Andreas ‘Xyp9x’ Højsleth
Lukas ‘gla1ve’ Rossander
Emil ‘Magisk’ Reif
Danny ‘zonic’ Sørensen (Venjari).
- Xyp9x, dev1ce og dupreeh hava spælt saman í eitt longri tíðarskeið. Teir spældu saman í 2013 undir Copenhagen Wolves, síðani undir über G33KZ, Team Dignitas, Team SoloMid, og gjørdu síðani sítt egna felag, Astralis, í 2016, har teir enn spæla saman, skrivar esport.fo.