Hálvur føroyingur í Smiðjuni

Í morgin letur Bjørn Thomsen, sum er hálvur føroyingur, upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Motivini eru í høvuðsheitum úr grønlendsku og íslendsku náttúruni, tí hann hevur verið nógv í teimum báðum grannalondunum. Millum annað hevur hann búð í fleiri ár í Grønlandi.

Bjørn Thomsen, sum er føddur í 1938, hevur føroyska mammu og íslendskan pápa, men bleiv sum heilt lítil ættleiddur til danska familju, har hann vaks upp.

Hóast hann rættiliga tíðliga at vita, at hann var ættleiddur, var Bjørn Thomsen rættiliga gamal, áðrenn hann fyrstu ferð hitti føroysku mammu sína og íslendska pápa sín.

Fernisering verður í Smiðjuni í Lítluvík hósdagin 1. november klokkan 15, har tær báðar ungu tónleikatalentinrarn, Mia Káradóttir og Heiðrun Pedersen, fara at spæla.