Í morgun klokkan 11 byrjaði filmurin Changeling við Angelinu Jolie í høvuðsleiklutinum í Havnar bio. Onki óvanligt er í hesum, men tað sermerkta er, at ein rúgva av barnavognum stóðu uttanfyri kymyndahølini.
- Filmurin er ordiliga syrgiligur, so eg rokni við, at vit øll fara at gráta meðan filmurin er, segði Ester Jespersen, sum hevur dóttrina Jónu við til filmin.
Tað var upprunaliga mammubólkurin, sum Ester Jespersen er í, sum avgjørdi at fara í »baby bio,« sum er heilt vanligt í øðrum londum.
- Vit eru bara tíggju í mammubólkinum, og tey frá biografinum søgdu, at vit skuldu vera minst 30 fyri at kunna gera hetta. Nú eru vit einar 40-50, so hesum skipa vit helst fyri aftur, segði Ester Jespersen, beint áðrenn filmurin byrjaði.
Parkera børnini
Tá filmurin fór í gongd var ein rúgva av børnum uttanfyri í barnavognum, samstundis, sum nógv barnasnýð vóru inni í kykmyndahølunum.
- Børnini, sum sova, eru uttanfyri í barnavognunum, meðan tey, sum eru vakin, koma við inn, greiddi Ester Jespersen frá.
Vognarnir hava allir fingið eitt nummar, sum mammurnar eisini hava, soleiðis, at boð skjótt kunnu gevast, um okkurt pinkubarn í einum vogni fer at gráta.
- Tað verður nokk sum at spæla bingo, flenti Ester Jespersen. Sum roknaði við, at nógvir »vinnarar« fóru at vera undir filminum.
Dóttir hennara var júst sovnað, tá filmurin fór í gongd.
- Eg rokni við at okkurt verður, tí filmurin er hálvantriðja tíma langur, segði Ester Jespersen. Hon leggur afturat, at tað nokk ikki bara verður hjá henni, at barnið fer at gráta.
Tað vóru umboð fyri Havnarbio, ið ansa eftir, at mammurnar fáa boð, tá grátur kemur úr einum vogni.
Reklamera á Facebook
Tá hugskotið kom at fara í biograf, vísti tað seg, at tær skuldu vera minst 30, fyri at kykmyndahølið vildi leggja hølið til ætlanina.
- Tað gekk skjótt at fáa hugskotið runt á Facebook, og nú verða vit einar 40-50 kvinnur við børnum, sum luttaka, segði Ester Jespersen, tá lýsingarfilmarnir áðrenn Changeling byrjaðu.
At síggja til vóru ongir pápar við, men kanska tað verður eitt annað tiltak.