Hálvtannað ár fyri at seta eld á

Ákærdi partaeigarin í málinum um eldsbrunan í Marco Polo er nú dømdur hálvtannað ára fongsul fyri at hava sett eld á matstovuna.

Seinnapartin í gjár varð ein av partaeigarunum í matstovuni Marco Polo dømdur hálvtannað ára langa fongsulsrevsing fyri at hava sett eld matstovuna á heysti í fjør.


Tekniskar kanningar og eygavitni

Dómarin segði, at frágreiðingarnar hjá løgregluni vístu, at eingin ivi var um, at eldurin var ásettur. Skrellispannin, ið so nógv hevur verið tosað um, stóð ikki á staðnum, har eldurin kyknaði, og tí var eingin annar møguleiki, enn at eldurin var ásettur. Grund var eisini fyri at halda , at ta var ákærdi, ið hevði sett eld á , tí hann hevði fleiri ferðir hótt hinar partaeigararnar við, at okkur skuldi henda matstovuni.

Eisini varð frágreiðingin frá gentuni, ið hevði sæð mannin á staðnum, nýtt sum grundarlag fyri dóminum, hóast verjin fyrr í rættargongdini hevur víst á, at gentan ikki kann hava eyðmerkt mannin, tá hon var stødd so mikið langt burturi frá smoguni inn til Marco Polo.

Nógv umrøddi lykilin til matstovuna, ið varð funnin í mappuni hjá manninum tá hann varð handtikin, varð eisini nýttur sum grundarlag fyri dóminum. Maðurin skal hava verið inni á skrivstovuni hjá stjóranum og stolið lykilin, har hann var goymdur í einari eskju.

Hóast verjin undir proceduruni vísti á, at teleútskriftir vísa, at maðurin var heima stutt eftir at eldurin varð ásettur, metti dómarin, at maðurin hevur havt tíð at seta eld á matstovuna.


Stolið pening

Eftir eldin varð uppdagað, at peningur var stolin úr pengakassanum, ið varð goymdur í frystiboksini. Hetta bleiv ákærdi somuleiðis skuldsettur fyri, og varð hann í gjár somuleiðis dømdur fyri hetta brotsverki.


Fríkendur í málinum um Skáan

Hóast tann 28 ára gamli varð dømdur fyri at hava sett eld á matstovuna Marco Polo, varð ikki mett, at hann kundi dømast fyri at hava ávirkað ein til at seta eld á Skáan, og tískil varð hann fríkendur í hesum føri.


Gjalda 35.000

Afturat fongsulsdómin er ákærdi eisini dømdur at gjalda sakarmálskostnaðin á 35.000 krónur. Tó verður fongsulsdómurin helst ikki so langur sum dómurin ljóðar, tí varðhaldsfongslingin á tveir mánaðar verður drigin frá. Tískil kemur maðurin at sita í eitt ár og fýra mánaðar.

Maðurin var ikki til staðar tá dómurin varð feldur, og tí er ikki greitt, um hann ætlar sær at skjóta dómin inn fyri hægri rætt.