Hálvtannaðhundrað hittust í Tjørnuvík

Eftirkomararnir eftir Sannu og Hans Dávid Davidsen í Elduvík, savnaðust allir í Tjørnuvík leygardagin. Talan var um hálvthundrað fólk, sum hittust til gongutúr, kaffi, kingosang og bygdarsøgu

Fólkatalið í Tjørnuvík fleirfaldaðist leygardagin, tá eftirkomararnir eftir Sannu og Hans Dávid Davidsen í Liðanum í Elduvík savnaðust í bygdini.

Bygdarhúsið var staðið, har tey tilsamans 147 fólkini savnaðust. Nógv komu við bili til bygdina, men tey vóru eisini fleiri, sum gingu fyriskipaða túrurin frá Saksun til Tjørnuvíkar, ið tók tríggjar tímar.

Í Tjørnuvík fyltu tey kirkjuna, har bygdarfólk framførdu kingosang. Í bygdarhúsinum varð greitt frá bygdarsøguni, og annars spákaðu tey vaksnu sær í bygdini, meðan børnini í góðveðrinum spældu sær á sandinum.

Síðani var góður føroyskur nátturði á skránni, og dagurin endaði við, at videoupptøkur frá 1989, tá familjan savnaðist í Kalsoynni, vóru vístar fram. Talan var um ein sera væleydnaðan dag, har tað eisini eydnaðist at fáa fólkini savnaði til eina felagsmynd uttanfyri bygdarhúsið í Tjørnuvík, áðrenn farið var heimaftur um kvøldið.