Sunnudagin løgdu sjey íðkarar til brots í svimjihylinum í Gundadali. Nakrir unglingar ynsktu at royna Sprint triathlon, sum fyri teir er ein langur teinur, og so vóru aðrir, ið rættiliga vildu royna kreftir, og testa seg sjálvar við einum rættiliga langum teini ? ½ IRONMAN.
Meðan unglingarnir, altso teir ið valdu at royna seg í Sprint triathlon, skuldu svimja 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og renna 6 kilometrar, so skuldu tey, ið høvdu avgjørt at royna ½ ironman, svimja 1900 metrar, súkkla 90 kilometrar og at enda renna eitt hálvt marathon, tvs. umleið 21 kilometrar.
Ein drúgvur teinur, og tað tók eisini heilar fimm tímar hjá vinnaranum, Gunnar Dahl-Olsen, at gjøgnumføra allan teinin. Gunnar brúkti 4 tímar 57 minuttur og 48 sekund.
Eli Christiansen gjørdist næstur og triðjur á mál kom Matti Brøndsted.
Veðrið var frálíkt tá íðkararnir løgdu til brots, og tað helt sær nær um gjøgnum alla kappingina, men tá triathletarnir fóru undir renningina byrjaði at regna av grimd, og tá blivu luttakararnir eins vátir, sum tá hesi svumu í svimjihylinum.
Ein kvinna luttók og tað var Marin Heinesen. Hon brúkti 6 tímar 16 minuttir og 6 sekund um teinin.
Tríggir luttóku í Sprint triathlon. Dávur Magnussen vann ein nokk so tryggan sigur. Dávur brúkti 1 tíma og 32 minuttir um at svimja 750 metrar, súkkla 20 kilometrar og renna 6 kilometrar, og kom á mál góðar fýra minuttir frammanfyri næsta íðkaran.
Tað var spenningur um 2. plássið, men var tað Tórbjørn Haraldsen, ið vann dystin móti Tummas Óla Olsen, sum kom á mál 10 sekund aftaná Tórbjørn.
Hetta var sostatt longsta, og seinasta triathlon kappingin, ið Føroya Triathlon felag skipaði fyri í ár.
Hetta hevur verið eitt frálíkt ár hjá føroyskum triathletum. Karina Ottosen, Súsanna Skylv og Andrass Joensen hava øll staðið seg rættiliga væl uttanlanda.
Karina gjørdist nummar tvey í PRO bólkinum í einari stórari IRONMAN kapping í Klagenfurt. Súsanna gjørdist nr. 2 til DM í hálvum Ironman, og Andrass fekk eitt sera gott úrslit í Copenhagen Challenge fyri trimum vikum síðani.
Les meira hvussu hevur gingist hjá teimum á www.triathlon.fo
½ Ironman, menn:
Nr. Luttakari Svimjing Súkkling Samlað tíð
1 Gunnar Dahl-Olsen 32. minuttir 5 sekund 3 tímar 1 minutt 23 sekund 4 tímar 57 minuttir 48 sekund
2 Eli Christiansen 30:28 3:22:22 5:07:35
3 Matti Brøndsted 34:34 3:29:25 5:16:53
½ Ironman, kvinnur:
Nr. Luttakari Svimjing Súkkling Samlað tíð
1 Marin Heinesen 38:11 4:20:18 6:16:06
Sprint triathlon, unglingar:
Nr. Luttakari Samlað tíð
1 Dávur Magnussen 1 tímar 32 minuttir
2 Tórbjørn Haraldsen 1:36:00
3 Tummas Óli Olsen 1:36:10