Hálvonnur millión Fiat Panda

Herfyri kundi Fiat hátíðarhalda at 1.500.000 Fiat Panda vóru framleiddir á verksmiðjuni í Tychy í Pólandi.

Núverandi Fiat Panda, sum einans verður gjørdur í Pólandi, kom á marknaðin 2003, og var kosin Car of the Year 2004 í Evropa. Umframt Panda verða eisini Fiat 500 og Ford Ka framleiddir á verksmiðjuni í Tychy í Pólandi.


Kelda: Frisk fra Fiat






.