Vanliga byrjar renniárið við Nýggjárshálvmaraton-kappingini, men í ár hevur henda kapping latið bíðað eftir sær. Fyrst skuldi hon verða leygardagin 2. januar og síðani leygardagin 9. januar, men báðar ferðir Roynsi verið noytt at avlýst, tí gler og kavi gjørdi tað óforsvarligt at gjøgnumføra kappingina.
Men nú kavin og gleri eru farin sín veg, verður kappingin endiliga. Hon byrjar í morgin klokkan 11 á vegnum oman til Funningsfjørð á leið árakað eystara tunnilsmunnanum, og síðani verður runnið úteftir ímóti málinum, sum er á Tofta kei. Á Skipanesi verður farið eftir niðara vegnum gjøgnum Søldarfjørð, og í Runavík verður sneitt oman á Fjøruveg við Sjómansheimið.
Av tí at tað er so krevjandi at renna hálvmaraton á hávetri, hava fyrireikararnir gjørt av, at í hesi kappingin skulu rennararnir vera føddir í 1995 ella fyrr. Øll eru við í bólkunum kvinnur og menn, men veteranar, ið eru føddir millum 1955 og 1964, kappast eisini innanhýsis, eins og superveteranar, ið eru føddir í 1954 ella fyrr.










