Sosialurin hevur nú í tveimum bløðum tosað við flogskipara og tyrluskipara, sum ikki hava havt nakað serliga gott at bera flogvøllinum í Sørvági – Vága Floghavn.
Tann fyrra samrøðan var við ein flogskipara, og hesin var ikki nevndur, sum so bendir á, at hann kanska flýgur enn, og at hann flýgur hjá Atlantsflogi. Flogskiparin er dulnevndur, tóat at blaðið hevur greiðar linjur um dulnevnd lesarabrøv!
Flogskiparin sigur við blaðið, at flogvøllurin í Sørvági er ónýtiligur! Hetta er ein flogskipari, sum sigur hesi orð um okkara einasta flogvøll, og hann sigur eisini, at ein flogvøllur á Nólsoynni hevði verið besta loysnin, tí har er alt so himmalskt – eingin turbulesnur, eingin vindur og eingin mjørki!
Franska landsliðið
Beint uppundir at franska landsliðið skuldi koma higar, og meðan landsliðið enn sveimaði yvir vøllinum, hevði Sosialurin tey tíðindi, at franska landsliðið var á Egilstøðum í Íslandi. Hetta hevði so við sær, at Morgunblaðið endurgav søguna frá Sosialinum – Olivant.fo -, og alt Ísland var á gosi.
Á heimasíðuni hjá Morgunblaðnum kundi tú lesa í Blogguni, at íslendingar umhugsaðu at flyta til Egilstaðir at búgva, tí har var nógv tað besta stað at búgva í øllum Íslandi. Fronsku heimsstjørnurnar lendu har soleiðis av og á, og hví ikki hava dyst millum franska landsliðið og liðið á Egilstøðum, skrivaði ein íslendingur á Blogguni.
Tó at fleiri rættingar vórðu sendar blaðfólkunum, at franska landsliðið ikki var nærnámindi Íslandi, men í Bergen, so gekk drúgv tíð, áður enn blaðið tók hesar søgur allar av Olivant.fo ella Portal.fo.
Tað, sum eg vil siga við hesum, er, at eitt blað sum Sosialurin – Olivant.fo ella Portal.fo eisini – má ansa sær, hvat søgur verða slongdar út, tí tær verða eisini endurgivnar á øðrum heimasíðum og bløðum, og hvat fyri signal verður nú sent, tá ið ein nólsoyingur, sum er blaðmaður á Sosialinum, sleppur at dusa sær við søgum um, at flogvøllurin í Sørvági er ónýtiligur?!
Er hetta góð tíðindi at senda út um allan heim? Tæna hesar søgur nøkrum endamáli, kundu vit spurt.
Hvat hugsar útlendingurin, sum lesur hesar søgur, tá ið flogskiparar og tyrluskiparar siga, at flogvøllurin í Sørvági er ónýtiligur?
Og hvat hugsar stjórin í Atlantsflogi, Magni Arge, sum herfyri var frammi og segði, at ringa umtalan av Føroyum skaddi okkara umdømi sum ferðamannaland, meðan hansara egnu flogskiparar spæla flogtrøll í fjølmiðlunum?
Tyrluskipari
Og í dag hevur Sosialurin – Olivant.fo – so aftur eina Nólsoyarsøgu, og hesaferð hevur nólsoyarblaðmaðurin eina samrøðu við ein tyrluskipara, sum váttar hina fyrru greinina, at alt er so himmalskt á Nólsoynni – har er eingin turbulensur, eingin vindur, ja, you name it!
Og eisini rundanum Glyvursnes eru somu umstøður – eingin mjørki, eingin vindur, eingin turbulensur!
Bíða eitt bil
Góðu tit á Sosialinum, lati okkum nú bíða eitt sindur eftir øllum teimum veðurkanningum, sum skulu gerast á teimum ymisku støðunum, áðrenn tit fara at byggja nakran flogvøll á Nólsoynni!
Tað einasta vit vita nú, er, at vit hava tann einasta og besta og tryggasta flogvøllin í landinum, og hann liggur her í Sørvági og hann eitur Vága Floghavn!
GG! Hatta við Nólsoynni er ikki nakað nýtt, tí ein danskur flogskipari skeyt einaferð upp, at hølva alla Nólsoynna niður á fimm metur, so kunnu flogførini lenda og lætta úr øllum ættum og til allar tíðir á degnum og alt slag av flogførum eisini!