Hálvfinalurnar hjá monnum vera leiktar 10. og 14. februar

Tað eru KÍF-Neistin og StÍF-H71, ið møtast í hálvfinalunum hjá monnum í Faxe Kondi kappingini

Í komandi viku vera teir fýra dystirnir í hálvfinalunum í Faxe Kondi kappingini hjá monnum avgreiddir.

Skráin er hendan (hsf.fo):

Mikudagur 10.02.21 kl. 20.00 KÍF – Neistin
Mikudagur 10.02.21 kl. 20.00 StÍF – H71
Sunnudagur 14.02.21 kl. 16.00 Neistin – Kyndil
Sunnudagur 14.02.21 kl. 18.00 H71 – StÍF

FM1 sigur beinleiðis frá øllum fýra dystunum.

Steypafinalan verður leikt leygardagin 20. februar.

Liðini sum kappast í hálvfinalunum hava sína millum vunnið steypakappingina 18 ferðir síðani 1985 sambært hsf.fo: 

Neistin 7 ferðir
StÍF 6 ferðir
H71 4 ferðir
KÍF 1 ferð