HONDBÓLTUR
Eftir lutakastinum skuldi dysturin millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli verið spældur í Havn, men í samráð við Hondbóltssambandið hava feløgini avrátt, at fyrra hálvfinalan skal spælast í Vestmanna, har mansliðini hjá somu feløgum eisini hittast í hálvfinalunum.
Kvinnudysturin er ein uppgerð millum uppflytararnar í Sunset-kappingini, VÍF, og niðurflytararnar úr Sunset-deildini í fjør, Kyndil, sum tó síggja út til at vera væl á veg uppaftur. Spennandi verður at síggja, um Kyndilskvinnur kunnu gera nakað við VÍF, eftir at tær herfyri sendu Neistan úr steypakappingini.
Í hinari fyrru hálvfinaluni hjá kvinnunum, sum verður í Runavík sunnudagin, møtast Tjaldur og Stjørnan, sum eru klárt tey bæði bestu liðini í Sunset-kappingini. Onkur vildi kanska hildið, at tað hevði verið best, um hesi bæði møttust í finaluni heldur, men hinvegin kunnu viðhaldsfólkini so frøast um, at tey í staðin fáa tveir steypadystir millum liðini, heldur enn bara tann eina. Tjaldur og Stjørnan hava møtst tvær ferðir í Sunset-kappingini í ár. Fyrru ferðina vann Tjaldur við fimm málum í Runavík, og sunnudagin vann Stjørnan við fimm málum í Klaksvík, so her kann alt henda.
Áhugaverdar uppgerðir
Hjá monnunum er onnur fyrra hálvfinalan ein uppgerð millum føroyameistararnar síðstu tvey árini, Neistan og H71. Samstundis er dysturin á Hálsi í Havn ein grannauppgerð, men hóast alt kann henda í slíkum dystum, er væl væntandi, at Neistin sum oddalið í landskappingini má bera favorittheitið á sínum herðum, meðan H71 hinvegin hevur alt at vinna. Í Atlantic Airways-kappingini hevur Neistin vunnið báðar ferðirnar, liðini hava hitst – fyrru ferð við einum máli og seinnu ferðina við níggju.
Hin fyrra hálvfinalan hjá monnunum er gamli klassikarin millum VÍF og Kyndil, og enn sum áður kann roknast við tveimum sera spennandi dystum millum liðini, harav tann fyrri er í Vestmanna. VÍF hevur havt eina vánaliga byrjan í landskappingini, men hevur síðstu dystirnar sæð út til at hava vent gongdini, og Kyndil tykist somuleiðis vera væl fyri og bara trý mál frá einum FM-finaluplássi. Kyndil hevur vunnið teir báðar dystirnar millum liðini í Atlantic Airways-kappingini – annan við tveimum og hin við sjey málum.