TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við Anders Gerber, høvuðsvenjara hjá NSÍ aftaná, at Anders Gerber hevði sæð sínar menn vinna seg í hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið við einum 2-0 fjórðingsfinalusigri á EB/Streymi við Løkin í Runavík í dag.
Anders Gerber heldur ikki, at EB/Streymur hevði tað nógva at koma við í dag, og NSÍ sat á tí allarmesta. Anders Gerber er fegin um sigurin, men hevði ynskt, at hann var nakað størri.
Anders Gerber staðfestir, at hóast Skála ikki skal undirmetast, so er væl eingin ivi um, at felagsynskið hjá NSÍ, Víkingi og KÍ er at møta Skála í hálvfinaluni.
Um fyrsta partin av kappingini sigur Anders Gerber, at steypakappingin er nøktandi, men tap í landskappingini ímóti TB, og seinni hálvleikur ímóti Víkingi, har talan gjørdist um tap á heimavølli eru minni góðu upplivingarnar hjá hansara liði.