Hálvfinala millum SPEKT og TRYGD á FM1 í morgin

Klokkan 14.15 í morgin verður hálvfinalan í Firmakappingini á FM1 millum SPEKT og TRYGD.

Sum so nógv annað, so hevur eisini Firmakappingin - spurnarkappingin - á FM1 havt ein korona-steðg.

Tvær uppgerðir eru eftir í kappingini, og í morgin klokkan 14.15 verður hálvfinalan millum SPEKT og TRYGD.

Vinnarin møtir Bygma Balslev í finaluni, ið verður fríggjadagin 29. mai klokkan 14.15.

Øll kunnu hoyra hálvfinaluna millum SPEKT og TRYGD á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5, FM 98,7.

Høvuðsvinningurin í Firmakappingini er ein ferð fyri 12 fólk við Skúvadal ferðum undir Vestmannabjørgini við Suppu og døgurða frá Fjørukrónni í Vestmanna. Tveyarin fær "Búff og Bowl" fyri 12 fólk frá Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.