Sandwick: Hóast føroysku føroyska borðtennislandsliðið aftur týsdagin skuldi í eldin, har spælast skal um triðja plássið, so hevur liðið longu vissað sær bronsumerkini.
Í borðtennis-kappingunum er tað nevnliga so, at tað bara er í finaluni, at spælt verður um heiðursmerki. Øll liðini skulu tó spæla um plaseringarnar, soleiðis at hesar kunnu nýtast til styrkismetingina á komandi oyggjaleikum.
Tí kann dysturin móti Hetlandi týsdagin fáa stóran týdning. Fjórð besta liðið hesa ferð skal nevnliga í bólk saman við besta liðnum, meðan tvey'arin og trý'arin koma í sama bólk til ta tíð.