Í kvøld klokkan 21 byrjaði stór konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn í sambandi við, at Robert McBirnie hevur rundað hálva øld á pali sum sangari, tónleikari og undirhaldari. Ein hópur av fólki var í Sjónleikarhúsinum í kvøld, tá Portalurin vitjaði stóra tiltakið, nú meiri enn fimmti ár eru liðin, síðan Robert McBirnie fyrstu ferð trein á pall.
Konsertin er eitt samankók av tí nógva, sum Robert McBirnie hevur verið við til á palli ígjøgnum meira enn fimmti ár. Eitt orkestur við fleiri av okkara fremstu tónleikarum legði botnin undir tí nógva og fjølbroytta tónleikinum, sum verið hevur at hoyra í kvøld.
Haraftrat hava gestir verið, bæði úr Red Boys, Faroe Boys og onnur, ið hava verið á palli saman við Roberti.
Teir, ið hava mannað »grundorkestrið« í kvøld, eru Finnur Hansen (tangentar og sang), Ólavur Øster (guitar), Arnbjørn Sivertsen (guitar), Kolbein Simonsen (bass), Brandur Jacobsen (trummur), Malan Thomsen (kór) og Torkil Johannesen (kór og slagverk).
Hyggið eisini at myndunum, sum myndamaður okkara tók í Sjónleikarhúsinum í kvøld.











