FSF-AÐALFUNDUR
Tað gongur rætta vegin í tí fíggjarliga hjá Fótbóltssambandinum, men talan er ikki um tann ógvusliga vøksturin, sum gjørdi seg galdandi í 2003. Sambært roknskapinum, sum nevndin hevur sent feløgunum undan aðalfundinum í dag, so fløddu í fjør 2,5 milliónir netto í kassan. Sammett við 2003 er talan ikki um serliga gott úrslit. Tá var yvirskotið 10,3 milliónir. At árini eru ymisk kemst av, at útreiðslurnar í sambandi við altjóða virksemið eru ymiskar frá ári og til ár, og at inntøkurnar í sama sambandi eisini eru ymiskar. Men harafturat er tað ein veruleiki, at fyrisitingarkostnaðurin er hækkaður við tveimum milliónum krónum.
Í fjør vóru samlaðu inntøkurnar hjá Fótbóltssambandinum 17,5 milliónir, og samlaðu útreiðslurnar vóru 15 milliónir krónur.
Eginpeningurin hjá FSF er 18,4 milliónir. Størsti parturin av hesum er FSF bygningurin, sum sambært roknskapinum umboðar 13,6 milliónir krónur. Á bók eigur FSF 2,85 milliónir, og skuldararnir telja 3,5 milliónir. Tað eru ivaleyst pengar, sum FSF eigur til góða hjá altjóða felagsskapunum.
Samlaða skuldin hjá FSF er 2,99 milliónir krónur. Ætlanin er, at FSF onga skuld skal hava um fimm ár. Í 2005 fella 645 túsund til gjaldingar. Mest sum øll FSF skuldin er til Sportfive, sum hevur keypt sjónvarpsrættindini frá FSF, og til UEFA.
Altjóða virksemið gav og tók
Tað hevur so ofta verið sagt, og roknskapurin staðfestir henda veruleikan. Tað eru inntøkurnar frá altjóða virkseminum, sum telja nógv mest. Samlaða inntøkan var 17,5 milliónir krónur. Fyri sendirættindi fekk FSF í fjør 5,1 millión frá Sportfive. Luturin frá UEFA var 5,5 milliónir og frá FIFA 1,6 millión krónur. Fyri atgongumerkir fingust 2,0 milliónir. Landskassastuðulin var 980 túsund, og luttøkugjøld v.m. 550 túsund krónur.
Samlaðu útreiðslurnar vóru 15 milliónir krónur. Størsta einstaka útreiðslan var til a- landsliðið. Kostnaðurin av tí var 5,4 milliónir krónur. U-19 landsliðið kostaði eina millión í fjør. Tað er fýra ferðir so nógv, sum tað kostaði í 2003. Hini landsliðini kostaðu tilsaman 1,5 millión, og virksemið hjá nevndunum kostaði íalt 1,5 milliónir krónur.
Útreiðslurnar til starvsfólk í FSF, íroknað venjarar og gjald til spælararnar, og fyrisitingarútreiðslurnar annars vóru tilsaman 9,6 milliónir krónur. Hetta er meiri enn tvær milliónir meiri enn í 2003. Umframt sáttmálaásettu lønarhækkingarnar, so økti FSF í fjør um umsitingina. Tað varð gjørt, tí arbeiðsbyrðan ? ikki minst orsaka av altjóað virkseminum og minstukrøvunum frá FIFA ? var vorðin so stór.