Nevndarfundur hevur verið í Føroya Tele samtakinum, har hálvársroknskapurin fyri 2006 varð lagdur fram.
Talan hevur verið um eitt tað besta hálvárið hjá samtakinum, og øktist nettosølan við 4% úr 151,9 mió. kr. fyrra hálvár í fjør til 158,5 mió. kr. fyrra hálvár í ár. Vøksturin í nettosøluni, stavar serliga frá øktari sølu av breiðband, GSM, og Televarpið.
Úrslitið fyri fyrra hálvár gjørdist 28,0 mió. kr., eftir at 6,1 mió. kr. eru settar av til skatt. Hetta er góðar 6 mió. kr. hægri enn fyrra hálvár í fjør, tá úrslitið var 21,9 mió. kr.
Felagið væntar, at úrslitið fyri 2. hálvár verður á nøkunlunda sama støði, og at samlaða úrslitið fyri 2006 fer at liggja um 50 mió.kr. eftir skatt.