Hálv onnur millóni á muni á tilboðum

Tá Landsverk í gjár læt tilboðini upp á at umvæla gomlu húsini hjá Jóhannes í Stórustovu við Hoydalsvegin í Havn var meira ein 1,5 milliónir krónur á muni á innkomnu tilboðunum. Lægsta boðið, sum var frá Húsavarðatænastuni, var upp á 1.940.915 krónur, meðan hægsta tilboðið var frá J & K Petersen, sum vil gera sama arbeiðið fyri 3.492.324 krónur.

Húsini, sum nú verða umvæld, hava seinastu árini hava verið brúkt til næmingaheim. Tey fingu skaða av eldi fyri nøkrum árum síðani og hava staðið tóm síðani tá. Í framtíðíni skulu húsini verða karmur um virksemið hjá Studna, tað er tann stovnurin, sum fyrr æt Stuðulsstovnurin, sum umsitur útbúgvingarstuðulin.

Arbeiðið, sum nú skal gerast, fevnir um nýggjan klimaskerm, nýinnrætting og nakað av lendisarbeiðið. Høvuðsarbeiðstøkan umfatar: Timbur-, snikkara-, gólv-, málara-, HVS-, elarbeiði og lendisarbeiði, umframt samskipan av hesum.

Tilboðini, sum komu inn til lisitatiónina, vóru hesi:

kr. 1.940.915 Húsavarðatænastan

kr. 2.153.992 Karstin A. Joensen

kr. 2.248.568 ÁTS

kr. 2.426.681 Bjarni Poulsen

kr. 2.626.959 Búsetur

kr. 3.492.324 J&K Petersen

Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.