Hálv milliard í yvirskoti hjá United

Enska stórfelagið úr Manchester svimur framvegis í pengum, og 2007 hevur verið eitt fíggjarligt metár. Við at gerast enskir meistarar og røkka langt í bæði FA Cup og Champions League, situr felagið nú við einum yvirskoti á heilar 586 mió. kr. áðrenn skatt fyri árið í fjør. Felagið, sum sigur seg hava 333 milliónir fjepparar kring allan heimin, kann eisini takka nógvu áskoðarunum, sum hava møtt til hvønn dyst heima á Old Trafford, ið júst er víðkað til at hýsa 74.000 áskoðarum.

Umsetningurin hjá Manchester United er 2,4 mia. kr., og hetta førir við sær, at Arsenal ikki longur er ríkasta felag í Onglandi. Real Madrid er tó framvegis ríkasta felag í heiminum við 2,6 mia. kr. í umsetningi.